Heim

Eitt flott úrslit í 2 deild

12/3-2024

Vit gjørdust ov stuttir til eitt fyrsta pláss í 2 deild, men hetta var eitt sera gott úrslit hjá okkum.

Vit fluttu upp úr 3 deild í fjør, og megnaðu at fáa eitt 2 pláss í ár, tað má sigast at vera góðtikið, og reiðiliga tað.

Kollfiringar høvdu tað sterkasta liði í deildini, og vunnu uppiborði.

Men tað var spenningur í, líka til seinasta dyst, tí at tað vóru fá stig sum skiltu liðini frá nr. 2 til 6.

Tofta Talvfelag (TT1) verður at síggja í 2 deild næsta kappingarár, og tað sama er galdandi fyri Sandavágs Talvfelag (ST2) sum rykkjur niður úr 1 deild.

So mótstøðan verður kanska enn torførari til næsta kappingarár, men vit mugu bara royna sum fragast at geva teimun skarpan gang, og vóna tað besta.

Úrslit frá liðkappingini kunnu síggjast her.


Nevndin heldur fram

7/3-2024

Nevndin í Kongshavnar Talvfelag, tekur eitt tørn afturat.

Nýggjur eykalimur er Zaid Al-jay, sum er komin ístaðin fyri Teodor Jacobsen.

Nevndin er skipa soleiðis:

Formaður: Gunnleif Rasmussen

Næstformaður: Jens á Líknargøtu

Peningarøkil/Skrivari: Mainhard Danielsen

Eykalimur: Brandur Højgaard

Eykalimur: Zaid Al-jay

Granskoðari: Helgi L. Petersen

Úrslit frá Samskip Open 2024

Úrslitini frá Samskip Open 2024 vóru hesi:

Ratingsbólkur 1800+

Ratingsbólkur 1600-1799

Ratingsbólkur 0-1599


Samlaða støðan kann síggjast her


Myndir kunnu síggjast í myndasavninum, ella við at trýsta her.